Hevur tú rútmu? - børn
Hevur tú rútmu, spyrja vit:) Kom og finn út av tí:) Hósdagin fara vit at finna alt fram sum til ber at spæla uppá......grýtir, lok, pannir, spannir, eskjur o.s.fr, umframt at vit sjálvandi eisini hava okkum sjálvi sum amboð:)
Vit fara í felag at royna at finna stevið og kanska onkra rútmu:)
Byrjar:
21.11.2019 - KL. 15:00
Komandi tiltøk
22
apríl
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum
22
apríl
2026
Húsfundur fyri børn
Hvønn mikudag hava vit húsfund. Tað er tá vit kunna um ymisku tiltøkini, sum eru á skrá og kanska taka onkur praktisk ting upp. Tað er eisini á húsfundinum at børnini hava eitt upplagt høvið at fáa ávirkan á, hvat vit gera í Húsinum. Tey kunnu koma við hugskotum, ynskja sær okkurt til Húsið ella kan…
22
apríl
2026
Ungdómsnevndin hevur fund
Ungdómsnevndin í Húsinum hevur fund hvørt mikukvøld kl. 20.30
Ungdómsnevndin hevur longu lagt uppskot fram um broytingar, sum tey kundu hugsað sær í Húsinum. Onkrar broytingar eru longu framdar, og aðrar eru ávegis.
Tað skal loysa seg at gera vart við ting ein er ónøgdur við, ella at koma við góðu…